Starvsfólkafelagið (uppr. nevnt Kontaktin) er áhugafelag, sum øll starvsfólk í samtakinum kunnu vera limir í.  

​​Endamál felagsins er at skipa fyri ymiskum tiltøkum fyri limunum í felagnum – millum annað familjudag, útferð, veitslu, barnatiltøk umframt eitt nú at stuðla atgongumerkjum til sjónleik og konsert. Starvsfólk eru vælkomin við hugskotum til tiltøk, sum starvsfólkafelagið kann standa fyri ella stuðla. Starvsfólk, sum sjálvi ynskja at skipa fyri innanhýsis tiltøkum, kunna søkja um stuðul frá felagnum.   

Aðalfundur verður hildin á hvørjum ári, og nevndin verður vald 2 ár í senn.   

Nevndin telur 5 limir og 2 tiltakslimir. Felagið hevur nógv ár á baki, og bleiv fyrstu ferð stovnað 13 mai 1957. Eftir steðg frá 1963 bleiv felagið endurstovnað í 1993 og hevur verið virkið síðani.  
   
Starvsfólk í Føroya Tele samtakinum kunnu altíð seta seg í samband við limir í nevndini, ella skriva til sfn@ft.fo. 

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.